Vælkomin til byggja.fo

Byggja.fo er eitt hobbyprosjekt, ið hevur til endamáls at hjálpa tær á tíni byggiferð. Vit vilja tó gera vart við, at allir tilfarslistar og útrokningar einans eru vegleiðandi og mugu takast við fyrivarni.

Vit arbeiða kortini støðugt við at dagføra og menna roknararnar, so teir gerast enn betri og neyvari.

Byggja.fo Byggiroknarar

Endamál við Byggja.fo

1. Máta

Finn mátini, ella met um, á tí, tú skal gera.

2. Rokna

Tøppa inn og vit rokna tilfarslista og gera tekningar.

3. Bílegg

Send tilfarslistan til tín veitara og bið um tilboð.

Terrassuroknari

Terrassuroknari

Rokna tilfar til tína terrassu her. Fá neyvan lista yvir fjalir, sperrur, dragarar og skrúvur.

Trappuroknari

Trappuroknari

Rokna tilfar og mát til tína trappu við neyvleika. Fá eina 3D síðumynd og lista yvir vangar, trin og skrúvur.

Flísaroknari

Flísaroknari

Rokna tilfar til tína flísalegging her. Fá neyvan lista yvir flísar, sand og grús, umframt samlaðu hæddina á øllum.